Virksemið hjá Posta má steðgast

- Tað eigur ikki at góðtakast, at Posta framhaldandi, fyri almennan pening, skal sleppa at máa støðið undan kappingini á flutningsmarknaðinum.

Tað heldur Poul Michelsen, tingmaður fyri Framsókn.

Nú hevur hann vil hann hava Johan Dahl, landsstýrismann i vinnumálum, at greiða frá leiklutinum hjá Posta í framtíðini.

Og tað fer landsstýrismaðurin at gera um nakrar dagar.

- Í vanligum handli verður tað mett ólógligt at selja vørur undir tað, tær veruliga kosta.

- Hví skal hetta ikki galda fyri eina fyritøku, bara tí at hon er almenn, spyr Poul Michelsen.

Í hesum sambandi spyr Poul Michelsen um Posta eigur at selja sínar tænastur fyri ein prís, sum samsvarar við tað, ið tænastan kostar at framleiða.

Hann vil eisini hava at vita um tað kann góðtakast, at Posta framhaldandi verður rikið við undirskoti og um fyritøkan sær loyvi til at brúka alla sína eginogn, áðrenn talað verður at.

- Og fer landskassin at seta nýggjan eginpening í Posta, tá ið eginpeningurin er burtur, spyr hann eisini.

- Ella er kappingin á vøruflutningi so vánalig í Føroyum, at neyðugt er at hava eitt alment stuðlað flutningsfelag við í kappingini, leggur hann afturat.

Poul Michelsen staðfestir, at hesi seinastu fimm árini hevur Posta brúkt yvir 20 milliónir krónur til at kappast við privatu feløgini á føroyska flutningsmarknaðinum

Hann staðfestir, at Posta hevur havt hall í nógv ár, og soleiðis hevur fyritøkan prógvað, at hon ikki klárar seg í marknaðinum.

Kortini heldur virksemið ótarnað fram.

Tá ið Posta varð gjørt til alment partafelag, fekk tað nógvar pengar frá tí almenna.

Tað fekk bygningar fyri yvir 100 milliónir, umframt ábyrgdarpening og lán fyri 50 milliónir í reiðum pengum.

- Eisini fekk Posta einkarrætt upp á brævaflutning tey næstu nógvu árini og tað er ein sera kappingarfør støða má sigast.

Men endin er, at seinastu fimm árini hevur Posta haft eitt undirskot upp á 20,4 mió.

- Í eini privatari fyritøku verður kravt, at eginognin verður forrentað, og varð sama kravið sett til Posta, var samlaða undirskotið hesi seinastu 5 árini oman fyri 35 milliónir krónur.

- Hóast at helmingurin av eginpeninginum nú er burtur, hevur Posta herfyri boðað frá, at felagið ætlar at herða kappingina á flutningsmarknaðinum.

Poul Michelsen spyr, nær spurt verður, um Posta hevur eina framtíð?

- Kann Posta seljast øðrum at reka við vinningi ella umskipast soleiðis, at felagið rættvísger sína egnu tilveru, spyr Poul Michelsen.