Virksemi hjá kommununi bjóðast út til privat

Tað er ikki ein uppgáva hjá eini kommunu at hava tjaldingarpláss, sigur Bogi Andreasen

 

Øll tjaldingarplássini í Tórshavnar Kommunu, skulu nú bjóðast út til privat at reka.

 

Tað heldur Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini hjá Tórhavnar Býráð.

 

Kommunan hevur eitt tjaldingarpláss Yviri við Strond, sum kostar einar 250.000 krónur um árið at reka, men sum gevur eitt avlop upp á 100.000 krónur um árið.

 

Men harumframt verða tjaldingarpláss nú eisini gjørd í Nólsoy og í Hesti, og tey kosta eisini í rakstri.

 

Tað er Kunningarstovan, sum umsitur tjaldingarplássini fyri kommununa og tað er fitt av umsiting av tí, eisini tí at hugsað verður um, at fólk koma og fara allar tíðir á degnum.

 

Men Bogi Andreasen heldur ikki, at tað er ein kommunal uppgáva at reka tjaldingarpláss. Tað er heldur ikki ein kjarnuuppgáva hjá eini kunningarstovu, og tískil verður nú arbeitt við at útveita tey.

 

– Ætlanin er at bjóða tey út til hægstbjóðandi at reka, sigur Bogi Andreasen.

 

Hann sær fyri sær, at fáa privatfólk tjaldingarplássini at reka, kunnu tey leggja eitt nógv størri arbeiði í dag og menna tey upp á eitt heilt annað stig, enn tey nú eru á.

 

– Eg vænti, at tey kunnu verða nógv betur rikin á privatum hondum, samstundis at hetta er ein vinna, sum vindur nógv upp á seg, sigur formaðurin í Vinnunevndini í býráðnum.