Fiskivinna
Í fiskivinnuinnlegginum í Sosialinum í vár høvdu vit samrøðu við Ábraham Løkin, sum júst tá hevði stovnað fiskasølufelagið, Fofish í Saltangará, saman við Leif Høj, báðir við drúgvum royndum innan okkara høvuðsvinnu.
Hetta var ein av teimum góðu søgunum í blaðnum, tí her høvdu vit eitt felag, sum skuldi átaka sær at selja fiskin hjá eini 16 trolarum.
Felagið skuldi selja fiskin fyri skipini hjá Osmundi Justinussen, Olafi Olsen og Jónsveini Knudsen og annars samskifta við skipini og leggja landingarnar til rættis.
Afturfyri skuldi Fofish fáa provotión av søluni.
Avtala varð gjørd við reiðaríini um, at felagið skuldi selja fiskin hjá skipunum í fyribils tvey ár, men avtalan kundi reviderast alla tíðina.
Tekur seg úr
Fofish er framvegis eitt virkið felag, men síðan byrjanina, er eitt av reiðaríunum farið burturúr aftur samstarvinum. Tað er felagið, Snaraløkur, hjá Jónsveini Knudsen.
- Vit eru ikki við longur, men tað eru skipini hjá Osmundi og Olafi haraftur ímóti.
Spurdur, hví Snaraløkur tók seg burtur úr samstarvinum eftir nakrar mánaðir, sigur Jónsvein, at tað dugir hann ikki so væl at seta orð á, men hetta var ikki í ósemju millum feløgini.
- Eg vil ikki siga, at Fofish ikki gjørdi eitt gott arbeiði, men tað kostar pening at lata aðrar taka sær av hesum virksemi. Sjálvur hevði eg minni at gera, sum tíðin leið og hevði tískil stundir at taka mær av hesum partinum av virkseminum. Og okkurt skalt tú jú gera, tá ið tíð leypur av, sigur Jónsvein, sum hevur fingist við skiparakstur í mong ár.
Dugnalig fólk
Aftrat sær á Snaraløki hevur reiðarin eitt ¾ skrivstovufólk aðruhvørja viku, umframt ein mann, sum tekur sær av skipunum, tá ið tey eru inni.
- Skrivstovukvinnan er Anita Tausen, og maðurin er Ingi Hansen, bæði sera dugnalig, sigur Jónsvein Knudsen, reiðari.