- Nógv virksemi á Sandi í hesum døgum. Vestborg hevur veriđ á Sandi viđ laksafóðri, og Marine Harvest hevur slept laksasmolti í ringar á vágni.
Tað sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, sum sær ljóst upp á framtíðina hjá Sands kommunu.
Borgarstjórin vísir á, at nógv virksemi er í bygdini, har bøndur á Sandi eru í ferð viđ at vára. Teir gera klárt til ársins eplaveltur og bera tøð á bøin - í vónini um nógv gras í summar.
- Menn hjá Fagradal-fyritøkuni eru í ferð viđ at leggja pumpurør í vegin á Áargarði, sum skal asfalterast í summar.
Brandur Sandoy sigur, at maskinurnar, sum skulu brúkast til asfalteringina í kommununi, eru komnar til Sands.
- Hetta er bara ein partur av aktivitetinum á Sandi í hesum døgum. Jú, Sandur er eitt liviligt pláss, ið kemur at mennast til ókendar hæddir innan fá ár, sum borgarstjórin bjartskygdur tekur til.










