Høgni Djurhuus
Valevni Sambandsfloksins til Býráðsvalið 2000
1. Umstøðurnar hjá vinnuvirkjum skulu betrast.
2. Vit skulu hava góðar skúlaumstøður og góðan skúla.
3. Ferðslan í býnum skal skipast ørvísi.
Vinnuvirkir
Virksemi og arbeiðspláss eru ein fyritreyt fyri at fólk skulu støðast. Tí er neyðugt at betra um umstøðurnar hjá vinnuvirkjum, so at fleiri virki innan framleiðsluøkið koma til Havnar.
Skúlin
Góðar skúlaumstøður eru neyðugar, fyri at tey ungu skulu fáa góðan lærdóm. Henda lærdóm og kunnleika bera tey aftur til samfelagið, tá tey seinni í lívinum, við góðari útbúgving fara til verka.
Ferðslan
Ferðslan í býnum eigur at ganga smidligari og lættari, enn hon ger í dag. Tær longu bíðirøðirnar um morgnarnar og seinnapartarnar eiga at gerast stytri, og eisini skulu tey sum eru til gongu ella á súklu hava minni ampa av bilunum.
Meiri um hesi mál í komandi greinum.










