Virkishúsið Smæran bjóðar til hugnaløtu

- Endamálið er at skapa eitt netverk, har møguleiki er at hittast, umrøða gerandisevnir, hugleiða og kanska menna onkur hugskot.

Virkishúsið Smæran á Kjalarvegi 48 í Klaksvík hevur í nógv ár virka sum savningarstaður fyri fjølbroytt hugskot hjá kvinnum og monnum eldri enn 60 ár.

 

- Í vár varð skipað fyri hugnakvøldum, har fleiri kvinnur hittust. Gerandisevnir vórðu umrødd, stokkarnir tiknir fram, og góður drekkamunnur var at fáa hvørja ferð.  

 

Tað siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.

 

Og nú verður so aftur boðið til eina slíka hugnaløtu í Smæruni.

 

Tiltakið verður mánakvøldið hin 16. oktober frá klokkan 20-22, tá kvinnur 60 ár og eldri aftur kunnu hittast í hølunum.

 

- Eingin treyt er knýtt at tilboðnum, men møguleiki er sjálvandi at hava stokkar ella annað hondarbeiði við sær. 

 

Í Klaksvíkar kommunu vísa tey á, at endamálið við tiltakinum er at skapa eitt netverk. 

 

- Eitt netverk, har møguleiki er at hittast, umrøða gerandisevnir, hugleiða og kanska menna okkurt hugskot, sum kann birta undir onnur tiltøk, sum eisini kunnu fremja heilsu og trivnað hjá hesum málbólki.

 

Lagt verður aftrat, at skipað verður fyri slíkum hugnakvøldum í Virkishúsinum Smæruni mánakvøld fram til jólar, og her eru øll 60 ár og eldri hjartaliga vælkomin.