Virkishúsið fer til verka

Klaksvík: Nú er umsíðir komið so langt, at Virkishúsið fyri Ung kann lata upp.

Teir seinastu mánaðirnar hevur verið arbeitt dúgliga við at fáa húsið klárt at taka í nýtslu. Og komandi mánadag verður so tann stóri dagurin fyri tey ungu í Klaksvík.
Í hesum sambandi verður móttøka í húsinum hósdagin, meðan húsið sjálvt letur upp nakrar dagar seinni.
Virkishúsið er ætlað børnum og ungum í aldrinum 10 til 18 ár. Ætlanin er at hava opið allar dagar í vikuni, har ungdómurin fær góðar og ungdómsvinarligar umstøður at koma saman í.
Leiðari fyri virkishúsið er Beinta Gregersen.