Í práti við foreldur í Grasagarði í dag, søgdu fleiri at tey ynskja sær eitt innandura spælistað. Og hendan tørv kenna við í kommununi, so sjálvandi skal kommunan hava eitt rættiligt spæliland.
Men til tað er komið, hava vit gjørt niðaru høllina í Finsen í stand og her kunnu barnafamiljur bóka ein tíma á www.itrott.fo(200kr/t), td til barnaføðingardagar ella um nøkur foreldur sláa seg saman ein vátan leygardag at sparka, spæla hondbolt ella onnur spøl í høllini saman við børnunum.
Í dagtímunum brúka dagstovnar, Margarinfabrikkin og foreldur ið ganga heima høllina.
Øll kunnu leiga seg inn í høllina - eisini eldri borgarar ella vinfólk ið hava hug at spæl hockey, gera yoga, fimleik, dansa ella hvat tað skal vera - hendan høllin er til øll
gunvør