Virkis- og umlættingardepilin handaður í dag

Nýggi virkis- og umlættingardepilin heima á Sandi verður tikin í nýtslu í dag.

 

Tað upplýsir Landsverk á heimasíðu síni í dag.

 

Depilin er eitt tilboð til børn og ung í Føroyum, sum hava serliga avbjóðingar, har tey kunnu koma til umlætting og fáa stuðulstilboð annars.

 

Eitt samt løgting samtykti í mai 2014 at fara undir at byggja virkis- og umlættingardepilin, ið nú stendur klárur at taka í nýtslu.

 

Kostnaðurin á deplinum hevur verið 14.2 milliónir.

 

Í samband við at depilin er klárur at brúka, fer Landsverk í dag at handa Almannamálaráðnum bygningin á móttøku, ið verður kl. 14, heima á Sandi.