Løgmaður hevur fleiri almennar uppgávur, umframt at hann ætlar at vitja allar kappingar, har føroyingar eru við - Nei, nú havi eg ikki frí sum so. Eg hevði nakrar frídagar í síðstu viku, tá vit komu niður her, men nú er tað av, og eg havi nakrar almennar uppgávur, sum eg skal røkja.
Tað sigur løgmaður niðri av Rhodos. Hann hevur eisini verið at sæð til kappingar niðri á Miðalhavsoynni, og serliga í gjár í svimjikappingunum vóru tað stórar løtur, tá Merkið tríggjar ferðir varð vundið hægst, meðan tjóðsangurin rungaði um allan heyg.
- Føroyingar syngja nevniliga við, tá tjóðsangurin verður spældur. Tað hava vit fram um aðrar tjóðir. Ja, føroyingar sungu ennntá við til »Du gamla, du fria«, sigur Jóannes Eidesgaard.
Sjálvur er løgmaður gamal flogbóltsspælari, og tí fylgir hann serliga væl við í teirri greinini. Hann skuldi til dystin seinnapartin, tá menninir skuldu royna seg móti Álandi, har ein spennandi dystur var í væntu.
Seinni skuldi hann so til móttøku hjá formanninnum í Oyggjaleikanevndini, sum samstundis eisini er borgarstjóri í Rhodos býi. Og klokkan 20 í kvøld skal løgmaður handa heiðursmerki við svimikappingarnar.
- Eg og Heðin Mortensen hava sett okkum fyri, at fara til allar kappingarnar, har føroyingar luttaka. Tað er ikki bara sum at siga tað, tí í fleiri førum er langt at koyra, og kappingarnar eru spjaddar víða um. Men runt skulu vit so, sigur løgmaður, sum eisini ætlar sær til tær finalurnar, sum føroyingar megna at spæla seg fram til.










