Landstýriskvinnan í Mentamálum hevur í dag sent eina almenna áheitan út til øll, ið hava valrætt til skúlastýrisvalið, ið eisini er í dag:
Almenn áheitan
Virkin foreldur skapa góðan skúla
Nú kommunuval er í dag, fari eg inniliga at heita á øll foreldur, sum hava børn í fólkaskúlanum, um at minnast til eisini at velja limir í skúlastýrið.
Skúlastýrini kunnu ávirka, hvussu skúladagurin verður skipaður, tey kunnu viðgera læring og trivnað, og vegleiða skúlaleiðslu og kommunu í skúlamálum.
Brúka tín demokratiska rætt og vel eitt av mongu skilafólkunum, sum bjóða seg fram í skúlunum kring landið!
Gott val øll somul!
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í skúlamálum