Tað verður nógv virksemi í Badmintonhøllini í Havn leygardagin. Ein bruttohópur, sum A-landsliðsvenjarin, Gunnar M. Gregoriussen, hevur úttikið, fer at hava tvær venjingar. Somuleiðis fara landsliðshóparnir hjá teimum 12-14, 14-16 og 16-18 ára gomlu at venja undir leiðslu av landsliðsvenjaranum Absalon Eysturoy.
Fara til Íslands í næstum
Bæði A-landsliðið og landsliðini hjá teimum ungu skulu í næstum til Íslands á venjingarlegu og til at spæla kappingar.
Teir 15 leikararnir, sum eru í A-landsliðsbruttohópinum, fara til Íslands komandi hósdag. Tey fara við leiguflogfari beina kós til Akureyrar, har tey skulu taka lut í eini altjóðari kapping. Eisini fer bruttohópurin at taka lut í eini liðkapping millum tey ymsu badmintonliðini í økinum kring Akureyri.
Meðan føroyska A-landsliðið vitjar á Akureyri, skulu leikararnir eisini royna at venja undir týska landsliðsvenjaranum.
Formaðurin í Badmintonsamband Føroya, Heðin Joensen, sigur, at tá ein leikari verður útsligin í kappingini á Akureyri, so merkir tað sjálvsagt ikki, at hann ella hon so kann taka sær av løttum, tí tá stendur tað venjing á skránni.
Ungdómslandsliðini hjá Badmintonsambandinum fara í komandi mánaða eisini til Íslands á venjingarlegu og at spæla kapping. Teir umleið 20 leikararnir, sum Absalon Eysturoy hevur boðsent, skulu til lítla íslendska býin Flúðir um miðjan apríl mánaða, og sum sagt skulu tey taka lut í stórari kapping, umframt at tey sjálvsagt fara at venja nógv.
Fyrireiking til Oyggjaleikir og Junior-EM
Vitjanirnar hjá badmintonlandsliðunum í Íslandi eru liður í fyrireikingunum til størri kappingar, sum tey ymsu landsliðini skulu taka lut í.
A-landsliðið venur við Oyggjaleikunum á Gotlandi í summar fyri framman. Føroyar hava higartil í oyggjaleikasøguni bert vunnið eitt heiðursmerki í badminton, og tað var í Føroyum í 1989, tá ið Heðin Joensen og Jákup Midjord vunnur bronsu í tvímansleiki.
Ungdómslandsliðini venja fram ímóti europameistarakappingini fyri juniorar, sum verður í Eysturríki í januar mánaða ár 2000, og Heðin Joensen sigur, at Badmintonsambandið er sera spent at vita, hvussu tað fer at ganga har.