Tað er líkt til, at hann, heldur enn at taka undir við uppskotinum um at leingja tíðina hjá Demokratia og berjast sum úlvur á skóg fyri framhaldi av hesum arbeiði, beinleiðis ynskir at steðga nevndini.
Vit eru nøkur, ið spyrja hví, nøkur sum halda, at enn er lítið vunnið og uttan iva ófantaliga langt eftir á mál, hóast stórur áhugi í løtuni tykist vera fyri hesi søk. Vit hoyra, at Demokratia hevur fleiri hugskot og ítøkiligar ætlanir, sum tey tó tíverri ongan møguleika hava at fremja í verki í hesum umfarinum.
Vit kundu eisini mint á, at endamálið við einum slíkum arbeiði er ikki rokkið, fyrr enn vit hava javnt býti millum menn og kvinnur á tingi/í politikki, so einfalt er tað, og tí kennist tað næstan sum verða hesi fólkini hildin fyri spott, tá ið sagt verður, at nú er nokk gjørt. Fólk hava brúkt eina rúgvu av orku og brenna fyri málinum.
Tí kann ein ivast í, um landsstýrismaðurin veruliga man ynskja javnstøðu í politikki.










