? Hvørja ávirkan hevði brævið frá løgmanni á uppsøgnina av Jákupi Mørkøre, fyrrverandi sjúkrahúsleiðara?
Soleiðis ljóðar munnligi fyrispurningurin frá Kristiani Magnussen, løgtingsmanni, sum Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, skal svara á tingfundinum mikudagin, tá fráboðaðir fyrispurningar eru á dagsskránni.
Kristian Magnussen vísir á, at nakað efir, at Jákup Mørkøre varð sagdur úr starvinum sum leiðari á Landssjúkrahúsinum kom fram, at Helena Dam á Neystabø frammanundan uppsøgnina hevði fingið bræv frá løgmanni, har hann gjørdi henni greitt, at gjørdi hon ikki bart á Landssjúkrahúsinum, fór løgmaður sjálvur at taka neyðug stig í hesum máli.
Hvørjum tiltøkum, løgmaður hóttir landsstýriskvinnuna við, heldur Kristian Magnussen ikki vera trupult at ímynda sær. Hann vísir á, at uppgáva løgmans sambært grein 33, stk. 3 í stýrisskipanarlógini er at hava eftirlit við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt.
Í brævinum til Helenu Dam á Neystabø segði løgmaður soleiðis: »Løgmaður er gjøgnum fjølmiðlarnar vorðin kunnaður um ætlaðar hópuppsagnir á Landssjúkrahúsinum. Talan er um stórt og álvarsligt mál, sum løgmaður av tygum ikki er vorðin kunnaður um.
At tílík stórmál verða borin fram í fjølmiðlunum, uttan at løgmaður er vorðin kunnaður, og uttan at málið er viðgjørt á landsstýrisfundi, er ikki nøktandi. Løgmaður kann als ikki góðtaka hesa framferð.
Er orsøkin til hetta vánaliga arbeiðslag tann, at embætisførslan í fyrisiting tygara ikki hevur verið nøktandi, eigur hetta at fáa avleiðingar. Um so er, at greiða ikki fæst á hesum alt fyri eitt, fer løgmaður sjálvur at taka neyðug stig í hesum máli.«










