Á saltfiskavirkinum Vaðhorn á Strondum fóru tey fyri fleiri árum síðan undir at virka saltfisk úr keyptum ísaðum útlendskum og partvís føroyskt veiddum fiski.
Frysti fiskurin varð keyptur til tess at supplera føroyska botnfiskin, sum í minkandi nøgdum hevur fingist til keyps á uppboðssøluni.
Tað var longu í 2007, at Vaðhorn fekk sítt tiðningarkar og tiðningarskipan, og hesi árini síðan hevur Vaðhorn virkað eini 10.000 tons av frystum fiski tilsamans.
Talan er serliga um tosk og longu, sum hevur verið keypt úr eitt nú Noregi.
Í fjør virkaði Vaðhorn umleið 6.500 tons av ráfiski, og av hesum vóru umleið 2.500 tons frystur fiskur.
Á Vaðhorn arbeiða umleið 80 fólk, og í fjør lógu lønútgjaldingarnar um einar 25 miljónir krónur, sum má sigast at vera nógv burtur úr 6.500 tonsum av ráfiski.