Fíggjarmálaráðharrin hevur avgjørt at rudda upp í fundarsamsýningunum innan nevndir og arbeiðsbólkar, sum tað almenna setur. Ein upprudding sum Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur fult undir við, skrivar Vinnuhúsið.
Meginreglan verður at almen starvsfólk ikki fáa fundapening um talan er um nevndararbeiði, ið er partur av teirra vanliga arbeiðsøki. Hetta vil við øðrum orðum siga, at samsýning verður ikki givin, um almen starvs-fólk sita í einari nevnd, sum umboð fyri arbeiðspláss sítt, ella sum málsviðgerði av málum, sum er arbeiðsøki hjá tí stovni, sum tey umboða.
Samstundis fáa umboð fyri áhugafeløg, fakfeløg ella aðrar áhugabólkar ikki samsýnig fyri at umboða sítt áhugafelag í nevndum ella arbeiðsbólkum.
Ligið stillar
Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur fult undir við hesum sjónarmiðum.
Innan tað almenna hava nevndarsamsýningar í stóran mun virka sum »fjaldar« lønarhækkingar, og hetta heldur Arbeiðsgevarafelagið er óheppið. Somuleiðis átti tað at verði ein sjálvfylgja, at tá yrkis- ella fakfeløg ynskja ávirkan við at luttaka í nevndum, so er tað ikki ein uppgáva hjá tí almenna at gjalda fyri hetta.
Og neyvan berjast áhugafeløg líka hart fyri sínum sjónarmiðum, um tey samstundis eru fíggjarliga heft, í ávísum førum at mótpartinum.
Í hesum sambandi kann nevnast, at fleiri nevndir, sum tað almenna hevur sett, hava ligið stillar seinasta árið, tí fakfeløgini ikki hava viljað luttikið, tí at tey ikki fingu fundarsamsýning.