Virka 40 tons av ull í ár

Klædnafyritøkan væntar at virka 60 tons komandi ár. Spurningurin er bert, um tey fáa hendur á ullini

Ein av teimum, ið sýndu fram á North Atlantic Fish Fair, var klædnafyritøkan Sirri í Vági. Árni Brattaberg eigur fyritøkuna, og hann var sjálvur við á stevnuni.

Og hann læt væl at søluni hesar dagarnar, stevnan vardi.

Alt verður virkað úr føroyskari ull og fer gjøgnum eina lutfalsliga langa tilgongd, áðrenn lidna vøran kemur út til kundan. Heilt frá vasking um tøting og spinning til binding og veving.

Ullin er sum nevnt tilfeingið, og á tí økinum áttu vit at verið væl fyri, tá hugsað verður um, at Føroyar bera 70.000 áseyðir. Men so er kortini ikki, sambært Árna Brattaberg, stjóra í Sirri.

- Tað vísir seg, at alt ov lítið av ullini kemur til høldar. Vit koma at brúka 40 tons í ár, og ætlandi fara vit at brúka 60 tons komandi ár. Spurningurin er bara, um vit fáa hendur á so nógvari ull, sigur Árni Brattaberg.

 

Nógv fyri skeyti

Spurningurin er so, hví menn ikki fáa ullina til høldar. Ein sannroynd er, at í nógvum hagapørtum verður ullin bara brend, aðrastaðni endar hon í ruskbingjunum kring landið. Og tað er harmiligt, tí hetta er tilfeingi, sum nógv kundi verið gjørt burturúr, heldur Árni Brattaberg.

- Tað er heldur ikki so, at fólk gera tað púra fyri einki. Vit lata 10 kr. Fyri kilo av ull, og hartil verður latið fýra krónur í stuðli. Heldur ikki skal nakað gjaldast fyri flutning, so tað átti at lønt seg hjá onkrum at savna ullina saman, sigur stjórin á Sirri.

Hann sigur, at í summum førum hevur hann sett seg í samband við fólk og beinleiðis gjørt avtalur við tey um at fáa ullina til høldar. Tað hevur víst seg at givið frægasta úrslitið.

- Serliga hava konufólk verið røsk at savna ullina og fingið hana til Vágs. Og sum nevnt er eitt ikki so lítið oyra til tann, ið tímir at fáast við tað, sigur Árni Brattaberg.

Tað er annars postverkið, ið skipar fyri flutninginum í serligum sekkum.