Virgar UEFA umboð í Europa League - Niklas dómaraeygleiðari í Conference League

Virgar Hvidbro og Niklas á Líðarenda hava spennandi uppgávur í morgin

Í morgin hava Virgar Hvidbro og NIklas á Líðarenda sambært Faroesoccer spennandi uppgávur í evropeiskum fótbóltshøpi.

 

Gamli FSF-aðalskrivarin, Virgar Hvidbro skal á Jan Breydelstadion í Brügge vera UEFA umboð til dystin millum Cercle Brügge og Kilmarnock úr Skotlandi. Fyrri dysturin í Skotlandi endaði 1-1.

 

Niklas á Líðarenda, ið er farin mangan brattan í dómaraheiminum skal í morgin vera UEFA dómaraeygleiðari til Conference League dystin á LFF stadionas í Vilnius í Litava millum FK Transinvest og Mladá Boleslav úr Kekkia. Boleslav vann fyrra dystin 2-0.