Í gjár og í dag hava nólsoyingar verið á nátaveiði. Í gjár hevði Marnar á Skúr 105, beiggi hansara, Juul M. Jacobsen, hevði 106 og Virgar Joensen, sum var bestur, hevði 160.
Merkisvert er, at Virgar Joensen, sum fyri fleiri árum síðan misti aðra hondina umborð á skipi, oftast liggur í oddinum á nátaveiði.
Jack Thomsen var eisini á nátaveiði í gjár. Teir fóru á middegi og gjørdu ein stuttan túr og høvdu 70 fuglar.
Í dag hava nólsoyingar aftur verið og tikið náta. Virgar Joensen hevði 218, Jack Thomsen 180. Marnar á Skúr og Juul M. Jacobsen, sum vóru á hvør sínum báti, høvdu stívliga 100 í part.
Sigast skal, at hesi tølini høvdu menninir nakað, áðrenn teir komu aftur at landi, og tí kann talið hjá onkrum teirra verða nakað størri, tá saman um kemur. Talið 180 hjá Jack Thomsen er rætt, tí hetta var fongurin, tá teir komu aftur at landi í kvøld.
Vit hava eisini havt samband við konu Virgar, Lissy Joensen, sum sigur, at Virgar kom aftur at landi við 218 nátum.
In.fo hevur ikki tøl yvir, hvat nólsoyingar fingu av nátum í fjør, men í fyrraári - 2014 - fekk Virgar Joensen stívliga 800 nátar tilsamans - sum næst besti bátur í Nólsoy samanlagt. Bestur í 2014 var Juul M. Jacobsen, sum hetta heystið fekk 1100 nátar í tali.