Sambært skránni verður byrjað við at kórið Silvitni syngur tveir sangir. Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini, bjóðar vælkomin, og síðan handar Heðin Mortensen, borgarstjóri, virðislønirnar.
Talan er um M. A. Jacobsens virðislønir fyri fagrar bókmentir og fyri mentanaravrik, umframt Barnamentarnarheiðursløn Tórshavnar býráðs.
Aftaná syngja Bollarnir tveir sangir. Bjóðað verður til ein drekkamunn á miðhæddini