Virðislønir fyri innovatión

Á íverksetaradegnum, sum verður hildin um hálvaaðru viku, verða serstakar virðislønir lætnar fyri innovatión

Á Íverksetarahúsinum fegnast tey um, at fleiri nýskapandi føroyskar fyritøkur tykjast hava gott rák í hesum dgøum. Eitt nú verður víst á søluna av Simprentis, eins og Decision 3 og Dropbucket bæði hava fingið íleggjarakapital.

 

Á íverksetaradegnum verður tosað við høvuðsmenninar andan Simprentis og Decision 3, og seinni verða ikki færri enn tríggjar virðislønir lætnar.

 

Tann fyrsta av hesum er heiðurin sum ársins íverkseti, og sum vant verður tað løgmaður, sum handar hesa.

 

Hartil verður ein nýggjur innovatiónsprísur latin eini slóðbrótandi innovatión, sum er skapt í 2013, eins og ein nýggjur investorprísur verður latin fyri eina visionera og produktiva íløgu í 2013. 

 

Ársins Íverksetaradagur verður á Fabrikkini hjá Öström fríggjdagin 28. mars klokkan 13.