Virðislønir birta undir mentanarlig umhvørvi

Mentanarvirðislønir Landsins verða handaðar í Vági á føðingardegi William Heinesens hin 15. januar.

 

Mentanarvirðislønir Landsins 2013 verða handaðar í Vági, og hetta verður á føðingardegi William Heinesens hin 15. januar.

 

Í ár hevur landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, gjørt av, at handanin skal fara fram í Vági.

 

- Mentanarvirðislønirnar eru fyri alt landið, og handanin av virðislønunum er tí eitt gott høvi at birta undir tey mentanarligu umhvørvi, sum eru í landinum.

 

Landsstýrismaðurin vísir á, at umhvørvið í Vági kring Stóra Pakkhúsið og Ruth Smith savnið er eitt teirra.

 

Í ár verða tríggjar virðislønir handaðar.

 

Mentanarvirðirløn Landsins verður latin listafólki, sum hevur skapað list á høgum støði, sum tøkk fyri útint listarligt avrik. Mentanarvirðisløn Landsins er 150.000 krónur.

 

Heiðursgáva Landsins verður latin mentafólki, ið hevur virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Heiðursgáva Landsins er 75.000 krónur.

 

Triðja árið á rað verður virðisløn latin til eitt ungt listafólk. Henda virðislønin er ætlað at stuðla undir og stimbra ungum listafólki. Virðislønin er 50.000 krónur.

 

- Eg eri fegin um at kunna handa mentanarvirðislønir landsins, tí tær eru eitt gott høvi at vísa á tey virði, ið lista- og mentafólk skapa í okkara samfelag, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.

 

Tiltakið, sum verður í Stóra Pakkhúsi í Vági mikukvøldið hin 15. januar klokkan 19, er alment og ókeypis.

 

Á tiltakinum verða røður, upplestur og tónleikur.