Virðið minkað yvir 50 prosent

Avreiðingarvirðið á botnfiskinum undan Føroyum er minkað niður í helvt

Seinastu árini er virðið á botnfiskinum, sum er fiskaður undir Føroyum, minkað meiri enn eina helvt.

 

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

 

Uppgerðin vísir, at seinastu 13 árini er avreiðingarvirðið á botnfiskinum, sum er fiskaður undir Føroyum, minkað heili 53 prosent.

 

Uppgerðin vísir, at í 2001 var avreiðingarvirðið á tí, sum varð fiskað undir Føroyum, 1.324 milliónir.

 

Men í fjør var tað einans 617 milliónir.

 

Les eisini: Fiskiskapurin er nú tann vánaligasti í 20 ár

 

Uppgerðin vísir, at sum heild er avreiðingarvirðið javnt og samt lækkað, men serliga hesi síðstu árini, frá 2006, hevur gongdin verið einvegis niðureftir.

 

Les eisini: Eg eri ikki heilt tryggur

 

Á talvuni sæst, hvussu gongdin í avreiðingarvirðinum hevur verið hesi seinastu 13 árini, frá 2001 til 2013.