Virðisvøksturin hevur ongantíð verið størri

- Tað er ikki rætt, at okkara fiskavirkisvinna ikki hevur havt virðisvøkstur í framleiðsluni. Vit hava havt ein virðisvøkstur í upsaframleiðsluni, sum helst er ein hin størsti í heiminum. Vøksturin hevur verið líka stórur, sum upsin er verdur. Men vøksturin, sum verið hevur, klárar ikki at ”matcha” vøksturin í kostnaðinum, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri í Faroe Seafood

Fiskavirkini

 

Stjórin í Faroe Seafood er als ikki samdur við teimum, sum halda upp á, at føroyska fiskavirkisvinnan ikki hevur havt virðisvøkstur í framleiðsluni seinastu árini.

Tað var á framløgufundi hjá grannskoðarafelagnum Rasmussen & Weihe í síðstu viku, at orð fullu um, at føroyska fiskavirkisvinnan ikki hevur megnað at skapt nakrar virðisvøkstur í síni framleiðsluni seinastu árini.

 

Púrasta skeivt

- Virðisvøkstur er tað meirvirði, tú skapar, tá ið tú virkar eitt kilo av ráfiski, og tað er als ikki rætt at siga, at eingin vøksturin hevur verið her. Tað er púrasta skeivt.

Tað sigur Meinhard Jacobsen, stjóri í

Faroe Seafood.

- Eg trúgvi, at tann virðisvøkstur, sum vit hava havt í upsaframleiðsluni – tað, sum hvørt kilo er vorðið meira vert í framleiðsluni – nærkast tí mesta, sum nakar í heiminum yvirhøvur hevur at vísa á. Vøksturin hevur verið á leið tað sama, ið upsin sum ráfiskur verður keyptur fyri.

Hann leggur soleiðis dent á, at virðisvøksturin í framleiðsluni av eitt nú upsa ongantíð hevur verið størri enn nú.

 

Kostnaður veksur

- Men eitt er sjálvur virðisvøksturin. Annað er teir útreiðslupostar, sum eru knýttir at okkara viirksemi. Her siggja vit, at virðisvøksturin als ikki megnar at ”matcha” vøksturin í kostnaðinum, sum er vaksin uppaftur skjótari.

Stjórin í Faroe Seafood vísir á, at størsti posturin á útreiðslusíðuni er lønir, og síðan kemur alt tað, tú keypir og tær tænastur, tú noyðist at hava í slíkum virksemi.

- Tað er hesir kostnaðir, sum eru so nógv øktir og eru øktir lutfalsliga skjótari enn sjálv virðisøkingin, leggur hann aftrat.

 

Smáir marginalar

Stjórin í Faroe Seafood ásannar, at tað hevur verið torført hjá føroysku fiskavirkisvinnuni at tjent pening seinastu árini, tí marginalarnir eru so ógvuliga smáir, sum hann tekur til. Kostnaðirnir eru nógv øktir, og ráfiskurin hevur verið lutfalsliga dýrur. At dollarin hevur verið so lágur, hevur eisini havt negativa ávirkan á gongdina.

Tað er so nógv, sum ávirkar gongdina í fiskavirkisvinnuni.

- Bara eitt 10 oyra upp á hvørt kilo av ráfiski, kostar okkum einar 4 miljónir krónur um árið. Smáar broytingar kunnu soleiðis hava stóra effekt, sigur hann.

 

Nøkur trupul ár

Meinhard Jacobsen ásannar, at seinastu árini hava verið trupul, og nógvar orsøkir eru til tað.

- Føroya Fiskavirking og Fiskasølan vórðu løgd saman, og seinnu vórðu bæði feløgini seld undir einum. Vit hava brúkt nógva orku upp á at trukturerað okkum, og seinni hevur felagið eisini keypt fleiri skip. Herfyri komu so eisini nýbygningarnir úr Spaniu, sum vóru 10 mánaðir seinkaðir. Alt hetta hevur kravt nógv av hvørjum einstøkum av okkum, men vit eru sera spentir upp á framtíðina.

Stjórin í Faroe Seafood væntar ikki, at vit fara at síggja broytingina fyrr enn í 2008, men hann hevur vónir um, at komandi ár samanlagt fyri samtakið fer at standa upp og niður rakstrarliga. Tað verður í hesum ári, at vit fara at fáa eina betri mynd av samlaða virkseminum hjá felagnum.

- Vit hava nógv góð og dugnalig fólk í fyritøkuni, bæði í leiðslu og á gólvinum, og vit hava góðar og raskar skipamanningar, sum duga síni ting. So, vit eru ógvuliga spent upp á tíðina, sum liggur fyri framman, sigur hann.

 

Stórt skipavirksemi

Faroe Seafood eigur nú seks partrolarar, Bak og Stelk, Rók og Lerk og síðan teir nýggjastu, Heyk og Falk, ið komu sum nýbygningar til landið herfyri. Aftrat hesum eigur felagið 2/3 av einum øðrum pari og helmingin av einum djúpvatnstrolara.

- Vit hava soleiðis umleið 90 mans, sum sigla við okkara skipum og eini 700 fólk, sum arbeiða á okkara sjey virkjum kring landið, øll tó ikki í fulltíðarstarvi.

Heykur og Falkur eru farnir royndartúr, og nú er bert at vóna, at skipini fara at roynast, og at tey ikki renna seg í alt ov nógvar byrjunartrupulleikar.

- Vit hava nú fleiri nýggj tól, og vit hava samstundis nøkur størri og betri ”íløt”, sum kunnu fiska í at kalla øllum veðri, sigur hann.

 

Stór ábyrgd

Meinhard Jacobsen ásannar, alt hetta virksemi leggur eina stóra ábyrgd á felagið.

- Vit eru til reiðar at gera alt, sum liggur í okkara makt fyri at liva upp til hesa ábyrgd. Vit hava gott mót um, at okkara virksemi í fyrsta lagi kemur at tæna teimum, sum eru við í hesum og føroyska samfelagnum sum heild. Alt hetta virksemið við virkjum og skipum gevur okkum fleiri møguleikar, sum vit ikki áður hava havt, sigur stjórin í Faroe Seafood.