Virðisløntir filmar úr Føroyum og Danmark í Havnar Bio

Í morgin, mikudagin 23.februar, klokkan19.30 vísir Havnar Bio tveir virðisløntir filmar, annar úr Føroyum og hin úr Danmark. Filmarnir verða vístir í samband við at Klipp, Filmsfelag Norðurlandahúsins er endurstovnað í samstarvi við Havnar Bio og aftur fer at vísa norðurlendskar filmar.

Ætlanin er at vísa heilt nýggir norðurlendskir dygdarfilmar, sum annars ikki høvdu verið vístir í Føroyum.

Fyrsti filmurin, ið Havnar Bio vísir, er føroyski stuttfilmurin, Bow, hjá Rannvá Káradóttir. Bow vann virðisløn fyri besta dansifilm á Dance for Camera festivalinum í New York fyrr í hesum mánaðinum og mikukvøldið verður filmurin frumsýndur í Føroyum.

Í hesum sambandi er Rannvá Káradóttir, sum býr og virkar í London, komin til Føroya og hon fer at byrja kvøldið við at greiða frá um filmin.

Síðani verður danski filmurin, Submarino, vístur. Hann fekk norðurlendsku virðislønina hjá Norðurlanda Ráðið í fjør

Næsti filmur, sum verður á skránni, er norski filmurin, Engelen, ið verður vístur 16.mars í Havnar Bio.

Atgongumerki fáast í Norðurlandahúsinum.