Friðargongu í Havn í sambandi við kríggini í Ukraina og Miðeystri

Innbjóðing til friðargongu í Tórshavn hósdagin 24. juli 2025 kl. 18:00. Friðargongan byrjar á Vaglinum, uttanfyri Løgtingshúsið, haðani gingið verður út í Tinganes, og umvegis Amtmansborgina, niðan aftur á Vaglið. 

 

Tíðindaskriv:

 

Jógvan Fríðriksson, biskupur, og Zaid Al-Jay, ið er ættaður úr Irak, siga nøkur orð og Elin Brimheim Heinesen syngur nakrar sangir. 

Síðani Friðargonguna fyri einum ári síðani eru kríggini bara økt í vavi, har enn fleiri ósek menniskju – børn, kvinnur og menn, sivil og herfólk – hava latið lív. Tað tykist tíverri sum um, at kríggini ongan enda taka. 

Friðargongan hevur enn sum áður til endamáls, at seta vápnahvíld og friðartilgongdir á breddan heldur enn kríggj og vápnadubbing. Samtíðis er endamálið, at varpa ljós á polariseringina millum fólkasløg og samfelagsbólkar, ið tíverri sær út til at økjast við fígginda- heldur enn vinamyndum. 

NATO limalondini fara komandi árini, at økja um teirra útreiðslur til hernaðarútgerð, ið eisini fevnir um kjarnorkuvápn. Samtíðis hevur stjórnin givið loyvi til, at danir kunnu framleiða lóður til vápnaídnaðin á egnari jørð. 

Kríggj kunnu elva til Fólkamorð, sum Holocaust dagurin á hvørjum ári minnir okkum á ikki má henda aftur.

Í Friðargonguni vilja vit í felag, og í friði, vísa samkenslu við teimum líðandi í Ukraina, Palestina, Ísrael og øðrum londum, har yvirgangur og kríggj herja. Samtíðis vilja vit í friðargonguni gera løgting, landsstýri og donsku stjórnina varug við týdningin, at tey meira virksamt enn higartil stuðla vápnahvíld og friðartilgongdum í krígsraktu londunum. 

Í hesum sambandi vil Friðargongan eisini vísa politisku stjórnunum í Føroyum og Danmark á, at halda aftur við at stuðla eini øktari vápnadubbing. 

Við vón um góða undirtøku í sambandi við Friðargonguna 24. juli, har tað ikki er avgerandi, hvørja átrúnaðarliga og/ella politiska støðu hvør einstakur hevur til viðurskiftini í Ukraina og Miðeystri; men at vit við Friðargonguni, í felag – og hóast ymisk sjónarmið - vísa á týdningin, at fólkini í Ukraina, Ísrael og Palestina fáa loyvi til at liva í friði uttan kríggj. 

Fólk eru vælkomin, at hava ljós og fløgg við sær í sambandi við Friðargonguna, har ljósið og flaggið ímynda eina vón um frið í teimum londum, har kríggj, yvirgangur og ófriður valdar:

 

Á bonaðum gólvum ílatin vápnaklædning.

Á stirvnum krígsfløtum ílatin líkverju.

Gævi mótsetningar kunnu hittast í øðrum búna!

 


Hoyvík, 15. juli 2025

 

Vegna Føroyingar fyri friði

 

Henrik Weihe Joensen, fyriskipari