Virðislønta Evi á Summar Festival

Útlandið hevur fingið oyruni upp fyri countrysongkvinnuni Evi, sum verður við á Summar Festivalinum í ár.

 

Evi Tausen er eitt lutvíst nýtt navn í føroyskum tónleiki, men hon er komin langt eftir stuttari tíð. Síðani hon gav fyrstu stakfløguna út í 2010, hevur hon ferðast víðahvar við sínum tónleiki, spælt tónleik inn í Nashville, framført í fleiri europeiskum londum og vunnið heiðursløn í Írlandi.

 

Evi gav í 211 út fløguni Wishing Well, sum varð framleidd av Brent Mason í Nashville. Fleiri av sangunum av hesi útgávuni hava verið spældir á countryradiostøðum uttanlands, og ein av sangunum var tilnevndur til amerikanska heiðursløn í fjør.

 

Fyrr í ár var Evi í uppskoti til International Artist of the Year hjá Irish Country Sound, og hon vann hesa heiðurslønina.

 

Evi fer á Summar Festivalinum at framføra saman við Jens Marna Hansen og Paula Magnussen.