Virðislønt barnabók á føroyskum

Bókin, ið Ragnheiður Gestsdóttir vann íslendsku barnabókavirðislønina við í 2000, er nú komin út á føroyskum

Bókin hevur heitið Leikur í talvi og segði dómsnevndin m.a at  hon er ein týðandi og fangandi søga, sum er skrivað við stórum innliti og kenslusemi.
Leikur í talvi er um vinalag og happing. Tólv ára gamla Sóley er ein gløgg og sjálvstøðug genta, sum býr í Reykjavík saman við mammu sínari. Í skúlanum dugir hon sera væl, men trívist ikki, tí allir floksfelagarnir standa saman um at gera henni lívið torført. Tá ið ein nýggj genta kemur í flokkin, hendir ymiskt óvæntað, sum broytir lívið hjá Sóley.
- Eg varð sjálv happað sum barn, sigur Ragnheiður Gestsdóttir og leggur afturat
- Eg haldi ikki, at tú verður happað, tí tú ert rak ella reyðhærd. Tú verður happað, tí at tú ikki bítur frá tær. Tú verður verandi offur. Eg haldi tað hava týdning at skriva um ein persón, sum lesarin kennir seg aftur í, einum sum einki bagir.
Í fjør fekk Ragnheiður Gestsdóttir Norðurlendsku Barnabókavirðislønuna fyri sín skaldskap.
Ragnheiður Gestsdóttir, Leikur í talvi,
Týtt Laurina Niclassen,
BFL, 2006