Virðislønirnar handaðar í kvøld

Í kvøld klokkan 19 fer Bjørn Kalsø, landsstýrismaður at handa mentanatlønir landsins. Handanin fer fram í Spaniastovu í Klakvík.

Mentanarvirðisløn Landsins er 150.000 krónur og verður latin einum føroyskum listafólki, sum hevur útint listarligt avrik.

Heiðursgáva Landsins er 75.000 krónur og verður latin einum mentafólki, sum hevur arbeitt fyri mentanarligum virðum, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

Eitt ungt listafólk fær 50.000 krónur.

Eisini verða lætnar Sømdargávur Landsins, sum verða latnar listafólkum, sum hava útint listarligt avrik. Hetta er ein lívslong heiðursgáva, sum er 20.000 krónur um árið.