Virðislønirnar handaðar

Á samkomu í Miðlahúsinum fyri løtu síðani vórðu ársins virðislønir handaðar.

Rás2 sendi beinleiðis frá tiltakinum, og sendingin verður aftur at hoyra klokkan 19. Sum kunngjørt á Rás2 á miðdegi og í Sosialinum í dag, eru ársins manligu føroyingar Jonhard Mikelsen og Annfinnur í Skála, ársins kvinnuligi føroyingur er Ingeborg Vinther og ársins kjakvirðisløn varð latin Hans Andrias Sølvará.

Tað var løgmaður sum handeaði heiðursbrøvini, og saman við hesum fingu vinnararnir ein kekk frá Føroya Banka, sum skipar fyri tiltakinum saman við Miðlahúsinum, áljóðandi 5.000 krónur.

Eyðun Andreasen grundgav fyri valinum av ársins føroyingum, kvinnu og monnum, meðan Turið Kjølbro grundgav fyri valinum av ársins kjakvirðisløn.

Til handanina var eisini livandi tónleikur, sum Alvi Johannesen og Mia Káradóttir stóðu fyri.

Lesið stóra frásøgn frá handanini í Sosialinum mánadagin.

Rás2 sendi beinleiðis frá tiltakinum í Miðlahúsinum. Sendingin verður aftur at hoyra í kvøld klokkan 19.