– Virðislønin skal brúkast til menning

Zacharias Heinesen er ovfarin av rósandi orðunum, sum standa í tilmælinum frá nevndini. – Alt eg havi fingið fyri mítt arbeiði, havi eg brúkt til at menna meg sum listamann, og tað fari eg eisini at nýta hesa virðislønina til, sigur hann

– Ja, eg eri ovfarin av rósandi orðunum handa vegin frá, sigur Zacharias Heinesen, tá vit fáa orðið á hann, og spyrja hann eftir eini viðmerking, nú hann hevur fingið Mentanarvirðisløn Landsins og 150.000 krónur.
– Hóast eg eri greiður um, at virðislønin verður latin árliga, so havi eg í roynd og veru ikki roknað við hesum, sigur hann.

Altjóða virðislønir
Zacharias Heinesen hevur verið virkin listamaður síðani 1965, eftir at hann hevði nomið sær útbúgving og vitan innan list í Íslandi og Danmark. Hann hevur sýnt fram bæði í øllum Norðurlondunum, serliga nógv í Danmark, men eisini hevur hann verið í bæði Paris og Berlin og víst fram.
Í dag hevur Mentamálaráðið kunngjørt, at hann fær Mentanarvirðisløn Landsins. Hetta er fyrsta viðurkenningin, Zacharias Heinesen fær í Føroyum, men samstundis eisini størsta viðurkenningin tú kanst fáa sum listamaður her á landi. Áður hevur Zacharias tó fingið aðrar viðurkenningar uttan úr heimi – Henry Herup minnilegatið, og ein altjóða kanadiskan prís fyri at hava myndprýtt 1000 krónu seðil okkara.

Ikki bara føroyskt produkt
– Alt sum eg havi fingið fyri list mína, havi eg brúkt til at menna meg sum listamann, og henda virðisløn fer sama veg, sigur Zacharias Heinesen. Men 150.000 eru nógvir pengar, og Zacharias flennir og sigur, at hann nú má mennast øgiligt.
Í tilmælinum frá nevndini til landsstýrismannin verður sagt, at Zacharias Heinesen “hevur kveikt listarliga neistan í mongum av okkara listafólkum”. Sjálvur hevur Zacharias Heinesen eisini sínar fyrimyndir, og nevnir hann modernistarnar í Evropa. Tað tíðarskeiðið endaði í 1973, men Zacharias Heinesen hevur altíð fingið íblástur hagani.
– Soleiðis hevur tað, eg havi avrikað ikki bara verið eitt føroyskt produkt, tí onnur fólk skulu eisini kenna seg aftur í tí, greiðir Zacharias Heinesen frá.
Hann sigur, at sum listamaður gert tú tær altíð nakrar tankar og nøkur hugskot um nøkur ting, tú átti at gjørt, og nógv av teimum er hann als ikki komin til enn.
– Men tað vóni eg at eg geri, um eg havi tíð og heilsu til tað, sigur hann.

Fegnast um Jógvan
Tað verður mikudagin, at virðislønin verður handað Zachariasi Heinesen, men tað tekur kortini onki av gleðini, at hann má bíða nakrar dagar til handanina.
– Hetta er fyrsta føroyska, men eisini størsta virðislønin eg havi fingið, so tað eri eg glaður um. Men eg fegnist eisini og seti stóran prís uppá, at Jógvan Isaksen hevur fingið Heiðursgávuna, sigur Zacharias Heinesen, vinnari av Mentanarvirðisløn Landsins 2006.