Virðisøkingin nógv minkað

Í 2011 var bruttotjóðarúrtøka okkara í marknaðarprísum, 13,3 milliardir.

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

Tað eru 312 miljónir, ella 2,4 % meira enn í 2010.?

Bruttotjóðarúrtøkan í marknaðarprísum er virðisøkingin í øllum vinnugreinum, men harafturat kemur so mvg og aðrir vøruskattir.

Verður so mvg og vøruskattir tald við, var virðisøkingin tilsamans 329 miljónir størri í 2011 enn í 2010.

Hetta er væl minni vøkstur enn í 2010, tá virðisøkingin vaks 761 miljónir.

Meginparturin av vøkstrinum í 2010 stavaði frá tilfeingisvinnunum.

Í 2011 er virðisøkingin í tilfeingisvinnum afturímóti á sama støði sum í 2010.?

Framgongd hevur tó verið í fiskiskapinum í 2011, framgongdin var 160 miljónir ella sløk 13%.

Tað eru verksmiðjutrolarar og serliga ídnaðarskip, sum standa fyri øllum vøkstrinum í 2011. Hinvegin er virðisøkingin í feskfiskaveiðuni minkað nakað.

Seinastu nógvu árini hevur gongdin verið, at parturin hjá feskfiskaflotanum av samlaðu virðisøkingini í fiskiveiðuni er minkaður støðugt.

Minkingin hevur verið úr næstan 60% í 2000, niður í 40% í 2009, og heilt niður á 30% í 2011.?

Virðisøkingin í fiskaaling, sum gjørdi eitt rættiligt lop frá 2009 til 2010, minkaði aftur í 2011.

Hagstovan staðfestir, at byggivinnan merkir meira enn flestu aðrar vinnur sveiggini í búskapinum. Undan fíggjarkreppuni, frá 2005-2008, vaks virðisøkingin í byggivinnuni úr 600 miljónum upp í 900 miljónir.

Tvey ár seinni, í 2010, var virðisøkingin minkað niður aftur á góðar 600 miljónir.

Í 2011 er virðisøkingin í byggivinnuni vaksin upp í 676 miljónir.?

Vøksturin í almennari fyrisiting og tænastu var 57 miljónir ella 2% í 2011. Hetta er nakað minni vøkstur enn árið fyri.

Í øðrum tænastuvinnum er virðisøkingin vaksin 165 miljónir ella 3,5%, áleið sami vøkstur sum í 2010.

Myndin vísir virðisøkingina í fýra vinnubólkum sum partur av virðisøkingini samanlagt frá 2000 til 2011, har nøkur ár eru løgd burturúr.

Í 2000 var íkastið frá tilfeingisvinnum sløk 22%, men minkaði so niður á 14% í 2003. Síðan vaks prosentparturin aftur til 17,6% í 2006. So var aftur ein stór minking niður á sløk 12% í 2009. Fyri so at koma upp aftur á 17% í 2011.

Parturin hjá ídnaði, orku og byggivinnu er minkaður støðugt síðan 2003, úr góðum 21% niður í 17% í 2011.?

Íkastið frá almennari fyrisiting og tænastu er hetta 10 ára skeiðið vaksið úr um 20% upp á um 25%.

Frá privatum tænastuvinnum er íkastið vaksið úr sløkum 39% upp í 42-43% Privatar tænastuvinnur eru handil og umvæling, gistihús- og matstovur, flutningur og samskifti, fígging og trygging, kunningartøkni, fastognaumsiting og aðrar handilsligar tænastuvinnur.

Síðan 1998 er bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum vaksin úr 7,4 miljardum krónum upp í 13,3 miljardir.

Men gongdin hevur verið skiftandi, serliga orsakað av skiftandi gongdini í tilfeingisvinnunum og í byggivinnuni.

Onkur ár hevur bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum eisini minkað. Í 2003 var tað fellið í alivinnuni og stór afturgongd í fiskiskapi, sum var høvuðsorsøk til minkingina.

Og beint eftir fíggjarkreppuna í 2008 var tað serliga minni bygging og minni innlendskur eftirspurningur yvirhøvur, sum dró bruttotjóðarúrtøkuna niður.