Virðingin fyri veljarunum telur mest

Ein fyrispurningur til hini parlamentini í norðurlondum vísir, at einki av teimum norðurlendsku parlamentunum hevur ein beinleiðis rúsdrekkapolitikk. »Politikararnir hava skyldu til at vísa veljarunum virðing og tað er eisini galdandi viðvíkjandi rúsdrekka«, verður t. d. sagt úr Svøríki. Tí eru tað teir politisku flokkarnir, sum innanhýsis loysa trupulleikar av slíkum slag

Tað er skyldan hjá einum tinglimi at vísa veljarum sínum virðing á øllum økjum - eisini viðvíkjandi rúsdrekka. Politikkarar eru valdir til eitt tignaðarligt starv og tí hava teir eisini skyldu at vísa sømiligan atburð.

Hetta er niðurstøðan av einum fyrispurningi, sum Sosialurin hevur sett teimum norðurlendsku parlamentunum viðvíkjandi rúsdrekkatrupulleikum í tingarbeiðinum.


Ongar serligar reglur

Felags fyri øll parlamentini er, at tað ikki eru nakrar skrivaðar reglur viðvíkjandi rúsdrekka, sum eru galdandi fyri politikkararnar. Tey flestu teirra hava kortini greiðar reglur galdandi fyri starvsfólkið í tingumsitingini, men ikki fyri tingmennirnar burturav.

Í Noregi er skipanin tann, at tað als ikki er loyvt at drekka rúsdrekka í arbeiðstíðini og henda skipan er galdandi fyri bæði starvsfólk hjá Stórtinginum og fyri politikkararnar.

»Heldur ikki á matstovuni hava vit loyvir til at keypa sterkt øl«, verður sagt úr norska stórtinginum.

Svenski ríkisdagurin er ikki stórt øðrvísi í so máta, tí hóast tey ikki hava ein skrivaðan rúsdrekka politikk, so eru somu reglur galdandi har.

»Tað er óformelt, men vit hava ikki loyvi til at drekka í arbeiðstíðini og vit hava heldur ikki loyvið til at koma til arbeiðis ávirkað av rúsdrekka«, verður sagt úr Svøríki.


Virðingin í hásæti

Tað er bert í fáum førum, at tey í norðurlendsku parlamentunum kenna til dømi um, at limirnir møta til arbeiðis ávirkaðir.

Hvørki í Svøríki, Noregi ella Íslandi kenna tey til dømi um at tingmenn ikki hava kunnað arbeitt av hesum ávum, og mett verður í øllum trimum londunum, at tað í fyrsta umfari snýr seg um virðing - fyri tinginum og fyri veljarunum.

Kortini er tað ikki óhugsandi, at einstakir tinglimir hava trupulleikar, men í teimum førunum verður tað lagt upp í hendurnar á teimum politisku flokkunum at loysa teir trupulleikarnar.

Skrivstovustjórarnir hjá svenska sosicaldemokratínum og moderatarna siga, sum í ein munn, at tað er heilt óhugsandi, at flokkarnir lata politikkararnar ganga í øðrviti í tinginum, tí tað skaðar teir sjálvar og flokkar teirra.

»Men eru einstaklingar, sum hava trupulleikar, so loysa vit hvønn einstakan trupulleika sær« verður sagt haðani.

Víst verður á, at tað kunnu vera persónligar orsøkir til, at fólk hava rúsdrekkatrupulleikar, og tí skal tað viðgerast varisliga.


Heldur ikki í Føroyum

Í føroysku tingumsitingini eru heldur ongar skrivaðar reglur galdandi viðvíkjandi rúsdrekka. Súsanna Danielsen, skrivstovustjóri sigur, at teirra umsiting er so lítil, at tað ikki er neyðugt við skrivaðum reglum.

»Á løgtingsskrivstovuni hava vit ongantíð havt handan trupulleikan, men vit eru so fá, at høvdu vit hann, so varð hann loystur í hvørjum einstøkum føri« sigur Súsanna Danielsen, sum leggur dent á, at hennara økið bara hevur við starvsfólkið á løgtingsskrivstovuni at gera og ikki við politikararnar.