Gunnleivur Dalsgarð, formaður, Starvsmannafelagið
Tað er við tungum huga, at felagið hevur lisið bræv tygara við avgerð um ikki yvirhøvur at reisa málið um at taka órinið frá løgtingsmanni, soleiðis sum felagið bað um.
Vit kunnu nú staðfesta, at tað, sum løgtingsmaðurin førdi fram frá tingsins røðarapalli um ein heilt ávísan part av tí arbeiðandi fjøldini, fellur innan fyri mark og kann saktans endurtakast frá tingsins røðarapalli.
Slíkt elvir til, at niðurgerð, illgitingar og skuldsetingar móti persónum í okkara samfelag, sum ikki hava møguleika at forsvara seg (og ikki ein gong sleppa at forsvara seg í rættinum), fara at halda fram, alt uttan at løgtingsins formanskapur letst um vón. Besta prógv um hetta er, at løgtingsmaður herfyri legði eftir einum uppaftur meira avmarkaðum parti av fólkinum, uttan at formaðurin yvirhøvur lat við seg koma.
Tað merkir, at í Føroyum í dag stendur tað løgtingslimum púra frítt, við formanskapsins góðtøku, at spilla partar av fólkinum út, uttan at tað fær nakrar fylgjur ella átalu, og uttan nakar sleppur at draga teir til svars fyri tað.
Vit staðfesta tí, at niðurstøðan frá formannskapinum, hevur givið virðingini fyri Føroya Løgtingi eitt álvarsamt skot fyri bógvin.









