Virðiligur avloysari fyri Corolla

Toyota Auris avloysa nú Corolla, sum eru eitt av heimsins mest seldu bilmodellum nakrantíð. Hóast Auris minnir um forgangarin og um nýggja Yaris, er talan um ein heilt nýggjan bil

Eftir meira enn 40 ár á marknaðinum skifta Toyota Corolla nú navn til Toyota Auris.

Hetta er í sjálvum sær eitt stórt stig at taka, tá hugsað verður um at talan er um ein av heimsins mest seldu bilum. Síðan Corolla fyrstu ferð komu á marknaðin í september 1966, eru teir seldir í úti við 32. milliónir eindum.

Hóast Auris minnir um nýggja Toyota Yaris og ikki sørt um forgangarin, dagsins Corolla, er talan um ein heilt nýggjan bil, sum er sera væl gjørdur, og kvaliteturin merkist allan vegin ígjøgnum.

Størsta designbroytingin er innan í kabinuni. Instrumentborðið er einfalt og smart við eini rættuliga sermerktari gardanboks, sum er so høg, at girstongin situr heilt uppi við rattið. Hetta fyri at gera tað ergonomiskt rætt og so arbeiðsligt sum gjørligt hjá bilføraranum.

Auris fæst við tveimum VVT-i bensinmotorum og trimum D-4D dieselmotorum. Bensinmotorarnir eru ávikavist 1,4 litur við 97 hk, og 1,6 litur við 124 hk. Dieselútgávurnar eru: 1,4 litur við 90 hk, 2,0 litur við 126 hk og 2,2 litur (Sol Sport) við 177 hk.

Auris hevur nógvar innbygdar trygdarskipanir. Umframt airbag framman, í síðunum og gardinairbag, hevur hann eisini knæairbag. Eisini hevur Auris eina sera væl virkandi ESP-skipan sum til eina hvørja tíð heldur bilinum á rættari kós. Nakkastútturnar framman hava innbygda trygd ímóti koyrilsbresti (piskesmæld).

Nú eru tríggir Toyota, sum enda við ”is”, fyrstur var Yaris, síðan kom Avensis og so Auris.

Vit kunnu bert staðfesta, at Toyota við hesum bilinum hava gjørt ein góðan bil enn betri. Auris er heilt avgjørt ein virðiligur avloysari fyri góða gamla Corolla. Navnið Corolla verður tó ikki slept, tí sedan útgávan kemur framvegis at eita Corolla.