Meistarar
HB eru føroyameistarar 2002. Tað er ein staðfesting, nú næst seinasta umfar er farið aftur um bak, og í roynd og veru hevur tað eisini verið væntandi, síðani teir fyri tveimum vikum síðani vunnu týdningarmikla toppdystin í Runavík, tí eftir hetta vóru bert dystir eftir móti teimum trimum ? á pappírinum ? veikastu liðunum í deildini.
Tað vil við øðrum orðum siga, at hóast HB hevði havt torførastu dystarskránna fram til tá, so høvdu teir skapt sær ta best hugsandi útgangsstøðið áðrenn sjálvan endaspurtin, og so kann tað gera tað sama, at kappingin kanska var løgd eitt sindur óheppið til rættis í so máta. Øll liðini skulu sum kunnugt spæla tvær ferðir móti hvørjum øðrum, og tá hetta er av, er ovasta liðið meistari. Jú, fótbóltur er í veruleikanum eitt einfalt spæl.
Einfalt
Og júst tað einfalda hevur í einum annars turbolentum ári verið leyklaorðið hjá HB. Ikki so ofta hevur spælið verið av tí meira reyptandi, men stútt og støðugt eru sigrarnir togaðir heim.
Við eini verju, sum ivaleyst er hin besta í landinum í ár, hav teir fyri tað mesta lagt dentin á halda mótstøðumonnunum frá at skorað, fyri síðani at avgera dystin, tá møguleikin beyðst. Eitt nú hevur miðverjan verið somikið væl mannað, at Hans á Lag ? sum annars man vera ein tann besti miðverjin í landinum ? í ár er umskúlaður til ein tann besta høgra bakkin í landinum. Ein høgri bakkur, sum helst endar árið sum triðbesti málskjúttin hjá liðnum. Og tað sigur heldur ikki so lítið, at seinastu ferð, at mál er farið ígjøgnum hjá HB, var, tá teir 25. august vunnu 3-0 í Gøtu. Og at breiddin í so máta var í lagi, var eisini sjón fyri søgn, tá Janus M. Joensen undir landsliðsvenjing meiddi sær knæið, uttan at hetta tó sást aftur í úrslitunum hjá HB.
Hart arbeiði
At verjan stóð seg somikið væl, komst eisini av, at HB í ár hevur havt ein sera sterkan miðvøll, sum í nógvar mátar hevur verið førur fyri at steðgað spælinum, áðrenn tað gjørdist alt ov vandamikið.
Serstakliga hava tað her verið Rúni Nolsøe og Rógvi Jacobsen, sum hava gjørt tað tunga arbeiðið, meðan Hallur Danielsen og Nicu Dogaru so hava stríðst um seinasta plássið í vanligu 4-3-3 útgangsstøðuni. Hendan dystin vann rumenin, sum árið leið, men at hava ein leikara við evnunum hjá Halli at bróta mótstøðuverjuna sitandi á beinkinum, man bara vera nakað, sum ein venjari kann frøast um.
Licensi to kill
Eingin dystur verður tó vunnin við eini tryggari verju og hørðum arbeiði einsamøllum. Mál skulu til fyri at avgera dystirnar, og hesum hevur HB-álopið eisini megnað at staðið fyri.
Fyrst og fremst hevur tað sjálvandi verið toppskjúttin, Andrew av Fløtum, sum hevur staðið fyri hesum, og hóast ikki færri enn átta av málunum hava verið brotsspørk, so telja tey eins nógv sum alt annað, og skal ikki nakað verða tikið frá honum av hesi orsøk.
Afturat sær hevur toppskjúttin so havt Jón Róa Jacobsen, sum hóast sín unga aldur longu er ein av berandi kreftunum á liðnum, og spurningurin er kanska meira enn nakað, hvussu leingi hann fer at spæla við HB, áðrenn kósin gongur av landinum, og so hava tveir av teimum allarbestu forwardunum í føroyskum fótbólti verið miðdepilin í álopinum. Fyrst var tað Uni Arge, sum tíverri mátti leggja frá sær, tá ryggurin av álvara fór at biðla, men maður kemur tó í mans stað, og her hevði leiðslan í HB eina hepna hond, tá tað eydnaðist at fáa Nocko Jokovic til landið. Tað kann væl vera, at tað bert hevur verið talan um trý mál higartil frá honum, men verður hugt at, hvar hesi vórðu skotin, er skjótt at staðfesta, at uttan hann hevði HB neyvan verið meistari longu nú. Eitt í Gøtu í týdningarmikla 4-3 sigrinum og so tey bæði í Runavík, tá meistarakósin varð sett við 2-0 sigrinum.
Tað er í hesum sambandi vert at leggja til merkis, at stutta kreppan, sum HB upplivdi miðskeiðis í kappingarárinum, kom júst í tíðarbilinum frá tí at Uni varð noyddur at gevast fram til Nocko Jokovic kom til landlið.
Viljin fram um alt
Og at enda, so skal tað eisini við, at liðið hjá HB í ár hevur sýnt munandi størri viljastyrki enn í fjør. Ta ferðina varð árið mest sum oyðilagt av skaðum, men at sjeynda plássið á talvuni hevur tikið fast, er helst einki at ivast í. Hvør sum ein hava leikararnir í ár stríðst fyri at vaska tann blettin av sær, og ikki minst kom hetta til sjóndar, tá venjaraskifti í úrtíð gjørdi stríðsviljan enn meira neyðugan. Mest sum øll hildu, at nú var HB við at ver úti ? og dysturin í Gøtu var kanska seinasti møguleikin ? knýttu teir nevarnar eina ferð eyka, og síðani hevur tað bert gingið ein veg við fimm sigrum á rað. Tað allar tyngsta í fótbólti er helst at reisa teg, tá tú annars liggur niðri, men hetta megnaði HB, og hendan viljastyrkin var kanska júst tað, sum tryggjaði teimum meistaraheitið í seinasta enda.










