Virðið leikarans avgerð

– Sjálvandi er tað harmiligt, men vit eiga at virða leikarans avgerð, sigur Jákup í Stórustovu, leikaraumboðsmaður, nú fleiri av profilum okkara venda heimaftur eftir at hava roynt seg uttanlands. Hann vísir á, at tað gongur við rúkandi ferð í fótbóltsheiminum, og at myndin kann vera tann øvugta longu næsta ár. – Og vit fara altíð at hava nakrar føroyskar leikarar uttanfyri Føroyar, metir Jákup í Stórustovu, ið eisini er sannførdur um, at um fýra ella fimm ár, er meginparturin av føroysku landsliðsleikarunum at finna í útlendskum kappingum

Ingi Højsted til Arsenal og Birmingham. Gunnar Nielsen til Blackburn, Christian Restorff Mouritsen til Manchester City. Hesir leikaraskiftini eru millum mest umrøddu í føroyska fótbóltstíðindaheiminum seinnu árini. Felagsnevnarin fyri hesi skifti er Jákup í Stórustovu, leikaraumboðsmaðurin handan felagið North Atlantic Football Agency.

Tað var í 1999 at Jákup í Stórustovu fór undir sítt virksemi. Síðani hevur hann syrgt fyri, at fleiri av okkara frægu fótbóltsleikarum hava fingið fótin fyri seg í útlendskum feløgum – yngri sum eldri.

Men Jákup í Stórustovu er eisini maður, ið rættir somu monnum eina hjálpandi hond, tá teir ynskja at venda heim aftur til Føroya. Harumframt er tað eisini Jákup í Stórustovu, ið stendur á odda, tá ungir og evnaríkir føroyingar royndarvenja uttanfyri landoddarnar.


Royndarvenja ikki til stuttleikar

Fyrstu tíð sína sum umboðsmaður, brúkti Jákup í Stórustovu upp á at kvekja útlendska áhugan fyri føroyskum leikarum. Hetta varð fyrst og fremst gjørt við at senda leikarar av landinum at royndarvenja í ymiskum feløgum. Tað síggja vit framvegis javnan, men nú er mynstrið broytt.

– Nú eru tað útlendsku feløgini, ið venda sær henda vegin og bjóða ávísum leikarum til sín, greiðir Jákup í Stórustovu frá. Tá hann byrjaði virksemi var mannagongdin ofta tann øvugta, har Jákup í Stórustovu vendi sær til feløgini við leikarum.

Og tað eru nógvir leikarar, ið Jákup í Stórustovu hevur sent til royndarvenjingar. Spurningurin er, um tað eru ov nógvir, og spurningurin er eisini, hvat leikararnir fáa burtur úr hesum?

– Feløgini gera ikki hetta til stuttleikar. Og vit royna so vítt møguligt at fáa umboð frá teimum hendavegin, soleiðis at tey síggja leikaran í vandum umstøðum og fylgja honum her, áðrenn vit senda leikararnar út, greiðir Jákup í Stórustovu frá, og heldur áfram.

– Ætlanin er ikki altíð, at sáttmáli skal spyrjast burtur úr. Spælararnir fáa við hesum ein uppliving, ið er við at menna teir, umframt at teir fáa eitt innlit í, hvussu tilveran sum yrkisfótbóltsleikari er, sigur Jákup í Stórustovu, sum leggur aftrat, at tað í høvuðsheitum eru okkara bestu leikarar, sum sleppa at vísa sínar dygdir í útlendskum feløgum.

Leikaraumboðsmaðurin dugir ikki at síggja, at tað er ein trupulleiki, at tað eru so nógvir leikarar, ið verða sendir at royndarvenja.

– Vit mugu minnast til, at vit ikki bara senda leikarar avstað. Tað eru útlendsk feløg, ið venda sær hendavegin, og bjóða einum leikara til sín, tí tey eru áhugað í at síggja hann eitt sindur nærri. Hetta gera tey, tí tey meta, at hesin leikarin hevur tær dygdir, tey leita eftir, sigur Jákup í Stórustovu og endurtekur, at tað altso ikki er til stuttleikar, at feløgini bjóða føroyingum til sín at royndarvenja.

– Og feløgini, ið gera sáttmálar við føroysku leikararnar, gera tað tí tey veruliga trúgva upp á teir, staðfestir Jákup í Stórustovu. Hann sigur eisini, at hann øll hesi árini ongantíð hevur fingið at vita, at nakað felag ikki vil síggja ein føroying aftur til royndarvenjing hjá teimum.


Eru altíð sveiggj

Árið eftir, at Jákup í Stórustovu var farin undir at virka sum leikaraumboðsmaður, var útisetatalið á føroyska landsliðnum methøgt. 3. september í 2000 spæla Føroyar dyst móti Slovenia. 12 av teimum 18 í hópinum spæla uttanfyri klettarnar, og eru profilar feølgum í bestu íslendsku, norsku og donsku deildini. Í dag er myndin øðrvísi, og av føroysku fótbóltsútisetunum er tað bara ein, ið spælir í landsins bestu deild. Símun Samuelsen í Keflavík í Íslandi.

– Tað hevur altíð verið soleiðis, at tað skiftir nógv við útisetunum á landsliðnum. Tað sæst tú eisini aðrastaðni, og bara í Danmark sært tú somu gongdina í løtuni, har fleiri av teirra profilum eru fluttir úr útlandinum og heim til Danmarkar. Føroyar eru einki eindømi í so máta, tí soleiðis er fótbóltsheimurin einaferð skrúvaður saman, vísir Jákup í Stórustovu.

Hetta er einki ónatúrligt í tí, metir Jákup í Stórustovu, tí, sum hann tekur til, so eru fótbóltsleikarar nomadir. Leikaraumboðsmaðurin minnir eisini á, at fótbóltsleikararnir bara eru menniskju, ið taka egnar avgerðir. Og tað eiga og skulu vit virða.

– Spælararnir eru næstan vorðnir fólkaogn, og fólk undrast og spyrja hví og hvat nú, tá ein leikari vendir heimaftur, eftir at hava roynt seg uttanfyri Føroyar. Tað kunnu vera ymiskar orsøkir til tess, skaðar og vantandi spælitíð til dømis. Og hevur hesin leikarin so eitt ynskja um at koma heim, og at koma fyri seg og fáa spæligleðina aftur, so fari eg ikki at mótarbeiða tí, greiðir Jákup í Stórustovu frá. Hann fegnast eisini um, at leikararnir hava møguleikan at koma heimaftur, tí so væl stillaðir eru fótbóltsleikarar í øðrum londum ikki altíð.

– Vit mugu eisini minnast til, at fótbólturin er arbeiði hjá hesum monnum. Og tá vanligi føroyingurin kemur heim, eftir at hava arbeitt uttanlands í eina tíð, er tað eingin, ið setir spurnartekin við tað avgerðina, samanber Jákup í Stórustovu.


Altíð føroyingar uttanlands

Hann skilir tó væl, at fólk harmast um, at profilarnir venda heim eftir.

– Eg skilji tað væl, og sjálvandi er tað harmiligt, at tað er so. Ikki minst fyri landsliðið. Men taka vit Súna Olsen og Rógva Jacobsen til dømis, so hava teir báðir verið uttanlands áður, komnir heim og farnir avstað aftur, vísir Jákup í Stórustovu á og sipar til nomadutilveruna, ið ger seg galdandi hjá fleiri av hesum monnum. Hann sær tað heldur ikki sum nakað krepputekin, at hesir menn venda heim aftur. Tvørturímóti er Jákup í Stórustovu bjartskygdur, tá tosið fellur inn á framtíðar útlitini hjá føroyskum fótbólti.

– Seinastu tíðina hava vit sæð, at fleiri royndir leikarar eru komnir aftur. Men hetta er ikki galdandi hjá teimum ungu. Føroyar fara altíð at hava eina ávísa nøgd av fótbóltsspælarum uttanfyri landoddarnar. Og um eini fýra ella fimm ár trúgvi eg, at meginparturin av landsliðsleikarunum spæla uttanfyri Føroyar, metir Jákup í Stórustovu.


Ikki vantandi vilji

Ført hevur verið fram, at føroysku leikararnir ikki tykjast at vilja ofra tað, ið skal til fyri at fáa gjøgnumbroti í útlendskum felag. Hesum er leikaraumboðsmaðurin ikki samdur í.

– Eg haldi ikki, at vit kunnu seta spurnartekin við, um ein leikari ikki vil ofra seg nóg mikið, tí tað vilja teir. Hinvegin hevur onkur einstakur spælari ikki heilt verið innstillaður upp á, hvat lívið sum yrkisleikari uttanlands innibar. Og so eru tað eisini onkrir av eldru leikarunum, sum ikki tíma at royndarvenja, men fegnir taka av einum útlendskum sáttmála, fortelur Jákup í Stórustovu. Hann er sum leikaraumboðsmaður bert vitandi um eittans dømi hjá honum, har ein leikari hevur takkað nei til tilboð frá útlendskum felag.

Sum Jákup í Stórustovu førir fram aðrastaðni á hesum síðum, er tað mennandi fyri einstaka leikaran, tá hann leitar sær eftir avbjóðingum uttanlands. Men Jákup í Stórustovu er sannførdur um, at vit í Føroyum eisini hava nógvar møguleikar fyri at menna egnar leikarar. Hann nevnir eitt nú meiri skipað viðurskifti av fótbóltinum sum heild, skipaðar smákappingar vetrarhálvuna og innandurafótbóltshallir.

– Og hetta tak má takast í felag. Av Fótbóltssambandinum, feløgunum og annars teimum, sum varða av fótbóltinum, sigur Jákup í Stórustovu.