Kursurin á partabrøvunum hjá Atlantic Petroleum tykist støðugt at vaksa. Seinastu tvær vikurnar enntá so nógv, at kursurin nú er farin upp um tey 400. Tað vil við øðrum orðum siga, at tey, sum upprunaliga vóru við til at stovna felagið, nú hava møguleika at fáa íløguna ferfalt aftur. Og eisini hjá teimum, sum teknaðu partapening við seinastu hækkanina, er talan um munagóða øking í virðinum. Tekningarkursurin var tá 265, og við verandi 406,5 er talan um eitt avkast upp á góð 53%.
Prísurin á partabrævinum hevur annars leingi ligið um tey 390, men seinastu tvær vikurnar hevur nakað av aktiviteti verið, og hetta hevur trýst prísin enn longur upp.
Samlaða marknaðarvirðið á partabrøvunum í føroyska oljufelagnum er nú góðar 300 mió kr.