Virða avgerðina

Landsstýrismaðurin í mentamálum ætlar at virða avgerðina hjá Løgtings umboðsmanni, men tað er ikki líkt til, at hetta fær nakra ávirkan á sjálva setanina

SETAN

Nógv umrødda málið um setanina av nýggjum landsantikvari varð eisini viðgjørt í sambandi samgongusemjuna.
Høgni Hoydal sigur, at hann greiddi frá sínari støðuni í málinum, og málið hevur eisini verið uppi og vent á landsstýrisfundi týsdagin.
Magistarafelagið hevur boðað frá, at felagið leggur málið fyri umboðsmannin í vikuni.
?Vit eiga at virða avgerðina hjá umboðsmanninum, sigur Høgni Hoydal.
Hetta skal skyljast á tann hátt, at avgerðin hjá umboðsmanninum fer at siga nakað um viðgerðina av málinum, men setanin verður neyvan ógildað.
?Viðgerðin av hesum málinum hevur verið fullkomiliga hysterisk, sigur Høgni Hoydal.
Hann vil ikki svara upp á hypotetiskar spurningar um, hvat hann fer at gera, alt eftir svarinum frá Løgtingsins umboðsmanni.
Tjóðveldisflokkurin fer í næstan at velja sær nýggja landsstýrismann. Flokkurin hevur enn ikki viðgjørt spurningin, meðan samgongustevið hevur verið til viðgerðar.