Leygardagin ber til hjá teimum, ið hava áhuga fyri vinyl plátum, at ogna sær brúktar plátur, ella at sleppa sær av við plátur, ið ikki koma undir nálina longur.
Tutl skipar 1. apríl fyri vinyldegi í hølunum á Káta Horninum í Havn frá klokkan 12 til 14. Tutl útvegar pappkassar til teirra, ið ynskja at bjóða sínar plátur fram. Til ber bæði at standa sum seljari, ella at koma fyri at forvitnast. Ella bæði tvey.
Hetta hevur verið roynt áður í TUTL, og hevur áhugi verið fyri tiltakinum.
LP plátur hava verið úti í myrkrinum, síðani fløgurnar tóku yvir síðst í áttatiárunum, men vaksandi áhugi hevur verið fyri plátum seinnu árini, meðan fløgan hevur verið dømd at vera søga brátt.