Føroyskur tónleikasjónleikur fyri børn í øllum aldri við Búa Dam, Dánjali á Neystabø og Sofie Nolsoy
Føroyskur tónleikasjónleikur fyri børn á donskum og føroyskum verður sunnudagin 18. mai kl. 15 á Norðurbryggjuni.
Leikurin er við Búa Dam, Dánjali á Neystabø og Sofie Nolsoy, ið annars mest eru kend sum sjarmerandi performarar, tónleikarar og frásøgufólk.
Tað er ein nýskrivaður, interaktivur leikur, har børnini aktivt verða drigin
upp í framførsluna, sum kókar av spæli, gandi, tónleiki og gleði við at
siga frá. Børnini fáa sjálvi møguleika fyri at spæla tónleik og taka lut í
undirhaldandi leikinum.
- Leikurin er sera inspirerandi og læruríkur, og hyggjararnir skuldu helst
hildið fram við at spæla og ganda, leingi eftir at ferðin er av, sigur
annar høvundurin, tónleikarin og sjónlaikarin Búi Dam.
Atgongumerki kunnu keypast á: www.politikenbillet.dk/nordatlanten