Búi og Dánjal bjóða aftur í ár stórum og smáum børnum á ævintýraferð á ólavsøku Seinastu trý árini hava Búi og Dánjal við Ævintýraferðini havt so nógvar ógloymandi løtur saman við børnum úr øllum Føroyum, at teir hava avgjørt at gera enn ein spildurnýggjan tónleika-sjónleik aftur í ár.
Fyrsti møguleiki at koma á eina Ævintýraferð verður í nýggja Kommunuskúlanum á Ólavsøku í døgunum frá 27. juli til 31. juli. Og verður talan um átta sýningar hesar dagarnar.
Eins og undanfarin ár skapa teir ein sínamillum tónleikasjónleik, har børnini sleppa at taka lut við sínum hugskotum, sínum gávum og sínum sangi. Við leiki, gandi, spæli og tónleiki skapast eitt felags rúm, har børnini eru við til at gera av, hvønn veg leikurin skal fara. Ein reyður tráður er, sum bindur leikin saman, men annars er hann broytiligur og opin. Hetta er stuttligt, læruríkt og fult av upplivingum. Endamálið er, at børn og vaksin fáa íblástur til at halda fram at spæla, syngja, ganda og at gera nýggjar sangir og leikir eftir dagsins ferð.
Eisini verður roynt at læra børnini okkurt, hóast tað sum oftast eru børnini, ið læra teir sum leikarar nakað nýtt.
Tónleikurin, sum er ein týðandi partur av leikinum, er spældur inn á eina fløgu, sum verður givin út í samband við sýningarnar.
Í fjør mannaðu Búi Dam, Dánjal á Neystabø og Sofía Nolsøe Ævintýraferðina. Í ár ber tó ikki til hjá Sofíu at taka lut, og í hennara stað verður Gunnvá Zachariassen við í leikinum.
Meira um Ævintýraferðina sæst á heimasíðu okkara : www.avintyraferdin.com