Danska endurgjaldið upp á 1,5 milliard krónur til Føroyar í avtaluni frá 10. juni 1998 sendir framvegis ristingar heilt út í danskan innanríkispolitikk.
Niðurstøðan hjá andstøðuni tykist vera, at alt er relativt. Eisini eitt endurgjald til føroyingar upp á 1,5 milliard. Ikki minst tá føroysk fólkatingsumboð lova at vera passiv soleiðis, at ein hvítusunnupakki verdur tíggjutals milliardir krónur kann blíva samtyktur í fólkatinginum.
Ein treyt
? Óli Breckmann hevur jú sjálvur sagt, at avtalan millum Føroyar og Danmark var so mikið góð, at hann vildi ikki atkvøða móti pakkanum, minnir Pia Larsen á.
Kortini gongur hon framvegis inn fyri, at føroyingar framhaldandi skulu hava fólkatingsumboð.
- Hetta er jú ein av treytunum við at hava ein ríkisfelagsskap. At Óli Breckmann velur at vera passivur, tá hvítusunnupakkin varð fyri, tað má so vera upp til hansara egnu samvitsku.
- Eg havi í roynd og veru torførari at taka undir við sjónarmiðnum hjá hinum føroyska fólkatingsliminum Jóannes Eidesgaard, at tað eru nøkur mál, sum ikki raka føroysku fólkatingsumboðini.
Pia Larsen sigur, at hon frá donsku veljarunum ikki hevur merkt nakað til, at fólka hald tað er ov galið, at føroysk fólkatingsumboð kunnu hava so avgerandi týdning.
Hon leggur eisini dent á, at Vinstraflokkurin framhaldandi gongur inn fyri føroyskari fólkatingsumboðan. Hóast hvítusunnupakkin hjá javnaðarstjórnini fekk óbeinleiðis føroyskan borgarligan stuðul.










