Vinstra fekk formannin í Føroyanevndini

Nýggjur formaðurin er hálvur føroyingur

Tað verður Thomas Danielsen úr Vinstra, ið næstu fýra árini verður formaður í Føroyanevndini hjá Fólkatinginum. Tað er greitt, nú formansskapurin í Fólkatinginum hevur fingið boð um hvussu nevndirnar hava skipað seg.

Í undanfarnu valsetu vóru tað Magni Arge, fyrrverandi fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi, og Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, ið býttu sessin millum sín, soleiðis at teir vóru formenn tvey ár hvør.

Í býtinum um nevndirnar í ár bleiv tað so, at blái blokkur fekk meirilutan í Føroyanevndini, og tá Sjúrður Skaale stuðlar danska Javnaðarflokkinum var neyvan sannlíkt, at hann bleiv afturvaldur sum formaður. Í staðin er Sjúrður Skaale valdur til næstformann í nevndini.

Ein annar møguleiki var, at Edmund Joensen, nývaldur fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin og partur av bláa blokkinum, fekk nevndarformanssessin. Men hóast hann fekk ein sess í nevndini, so fór formanssessurin til størsta flokkin í bláa blokki.

Thomas Danielsen veit tó meira um Føroyar enn flest aðrir danskir politikarar. Mamman er nevniliga føroysk og er hann sostatt hálvur føroyingur. Annars er at siga um hann, at hann er 36 ára gamal, hevur útbúgving sum bankaráðgevi og lastbilmekanikari og er valdur inn á Fólkating í Vesturjútlandi.