Vinnuvitan tikið úr Dimmalætting

Bústjórin sigur seg einki vita, men fyrrverandi eigarin av Dimmalætting staðfestir, at hann hevur tikið P/F Vinnuvitan úr Dimmalætting í býti fyri skuld.

 

Í grein á in.fo fyrr í dag skrivaðu vit, at dátugrunnurin, vinnuvitan.biz, sum hevur verið óvirkin seinastu vikuna, er partur av Dimmalætting. Eisini skrivaðu vit, at Eyðfinn Reyðberg, sum var einasti partaeigarin í gomlu Dimmalætting, arbeiddi við at flyta vinnuvitan í annað felag.

 

Eyðfinn Reyðberg hevur síðani viðmerkt hesi tíðindi okkara, og hann sigur, at tað er ikki rætt, at Vinnuvitan er ogn hjá Dimmalætting.

 

– Vinnuvitan.biz hevur einki við Dimmalætting at gera. Skipanin verður drivin av P/F Vinnuvitan, sum yvirtók raksturin 1.1.11. P/F Vinnuvitan var pantsett og er yvirtikið fyri skuld og hevur í dag einki við Dimmalætting at gera, sigur Eyðfinn Reyðberg.

 

Roknskapurin fyri P/F Vinnuvitan er undirskrivaður tann 24. juli í ár, og sambært tí, sum grannskoðarin skrivar í átekningini, so var felagið tá ogn hjá Dimmalætting. Um so er, at felagið ikki longur er ogn hjá Dimmalætting, so hevur høvuðspartaeigarin altso framt handil millum nærstandandi feløg í tíðarbilinum frá 24. juli fram til fríggjadagin 13. september, tá Dimmalætting fyri seinastu ferð kom á gøtuna.