Vinnuvitan 1,7 milliónir í halli

Ársins átak hjá Vinnuhúsinum 2006 ? ?Vinnuvitan? - fekk tungan sjógv í 2007. Vinnuligi vitin fór í 2007 yvir í blóðreytt, fekk álvarsligar gjaldføristrupulleikar og er í 2008 seldur til Dimmalætting. Undirskotið hjá Vinnuvitan í 2007 var 1,7 milliónir krónur - og eginpeningurin negativur út við eina millión krónur

Vinnuportalurin Business Line

(Klikk her fyri at síggja www.bl.fo!)<a> hevur í dag eina greining av úrslitinum hjá blaðnum, sum hvørja viku greinar roknskapir hjá øðrum virkjum, Vinnuvitan. Ársúrslitið hjá Vinnuvitan fyri árið 2007 er alt annað enn gott. - Uttan at kalla hugskotið genialt at fara undir útgávu av einum nýggjum vinnuligum tíðindablað í Føroyum, so skuldi tíðin tó vísa, at tørvur var á einum vinnuligum vikublað, ið hevði møguleika at gera meira burtur úr vinnuligum tilfari, enn verandi miðlar av góðum grundum fingu stundir til. Blaðið fekk rímiliga undirtøku og árini 2005 og 2006 góðu nøktandi úrslit, skrivar Business Line, sum vísir á, at tá tú hevur góðan vinnuligan byrð er kynsturin at halda fast um kjarnutænastuna og royna at hjúkla um hana. ? - Men Vinnuvitan-samtakið ynskti ikki at verða verandi lítlibeiggi í føroyska fjømiðlaheiminum og valdi í 2007 at gera lánsfíggjaðar íløgur upp á slakar 10 milliónir krónur í lýsingarblaðið Vikublaðið við tilhoyrandi virksemi. Á henda hátt kom samtakið upp á somu stødd sum Dimmalætting og Miðlahúsið. Gamaní hevur Vikublaðið verið ein góð forrætning fyri gomlu eigarnar, men nógv bendir á, at lánsfíggjaði keypsprísurin uppá slakar 10 milliónir krónur hevur verið í so stórur biti hjá Vinnuvitan. Fyritøkan rennir seg skjótt í gjaldføristrupulleikar, og endin er, at felagið, ið rekur Vinnuvitan verður selt til P/F Dimmalætting, ið nú roynir at binda um heilan fingur við at selja burtur av virkseminum. Spurningurin er nú, um gamla Dimma fær broytt upp á matematikkina og fær minus + minus at geva pluss. Dimma hevði í 2005 og 2006 undirskot upp á tilsamans 2,5 mió kr, meðan Vinnuvitan sum áður nevnt hevði eitt undirskot í fjør uppá 1,7 milliónir krónur?, skrivar Business Line í greiningini av roknskapinum hjá P/F Vinnuvitan fyri 2007. Fakta um P/F Vinnuvitan: __________________2007_____2006______2005 Bruttovinningur_______5392______4392______3114 Úrslit áðr. skatt_______-1693_______529_______636 Eginpeningur_________-865_______835_______400 Eginpeningsavkast______neg.______63________159