Ein kanning, ið er gjørd av vinnulívsfólki og umboðum frá Tekniska Skúla í Tórshavn, vísir, at tað er stórur tørvur á fólki við millumleiðaraútbúgving í føroysku vinnuni.
Kanningin er gjørd í samband við, at fyrstu føroysku framleiðslutøkningarnir verða liðugt útbúnir síðst í hesum mánaðinum, og at nðggjur flokkur byrjar í august.
Í kanningini luttóku 40 fyritøkur. Fyritøkurnar vóru tænastufyritøkur, fiskivinnufyritøkur, alifyritøkur, maskinverkstøð, skipasmiðjur, flutnings-fyritøkur, bilverkstøð v.m., og vísir kanningin, at tørvurin á vælútbúnum fólki á millumleiðarastøði er stórur í øllum vinnugreinum.
Útbúgvingin til Framleiðslutøkning fer fram á Tekniska Skúla í Tórshavn, og er ein 2 ára útbúgving. Kravið til upptøku er, at umsøkjarin er útbúgvin handverkari, atstøðingur ella hevur miðnáms-skúlaútbúgving (Student, HTX, HIF, HH, HF) ella aðra útbúgving á sama støði.
Fakini í útbúgvingini eru málrættaði til vinnuna og umfata: konstruktiónslæru, tekning (autocad, inventor), automatisering (luft-elstýringar, PLC), virkisfyriskipan (virkisbúskapur, leiðsla og goymslustðring), kunningartøkni, inter-nationalisering, framleiðslumenning v.m.
Útbúgvingin leggur dent á, at tann einstaki arbeiður sjálvstøðugt og hevur før-leika til at verða bindilið millum leiðslu og "gólv" í eini vinnufyritøku.
Stutt og greitt, ein skjótur vegur frá skúlabeinki til eitt skapandi starv í vinnulívinum.