Vinnunevndin er tann løgtingsnevndin, sum fer at hava tað serliga strævið teir komandi dagarnar, tí í seinasta lagi um eina viku skal nevndin hava latið Løgtinginum álit í teimum 20 málunum, sum hon hevur til viðgerðar.
Alfred Olsen, nevndarformaður, sigur, at í teimum flestu málunum eru innkallingarnar lidnar, so nú skal nevndin taka samanum og skriva álitini. Formaðurin sigur, at við einum góðum vilja letur alt seg gera, og hann hevur sett sær fyri, at øll málini verða avgreidd í hesi í vikuni.
-Í ringasta føri hava vit mánadagin 5. mai til at skriva tey seinastu álitini, so málini kunnu verða endaliga samtykt tann 9. mai, tá tingsetan endar. Miðað verður eftir, at einki mál kemur at liggja eftir og harvið fella burtur á Ólavsøku, soleiðis sum tingskipanin ásetir, sigur Alfred Olsen.
Í síðstu viku beindi Løgtingið eitt uppskot hjá Javnaðarflokkinum um sáttmálaviðurskifti umborð á føroyskum fiskiførum aftur í vinnunevndina. Alfred Olsen sigur, at í dag nevndin fat taka støðu til, hvør skal kallast inn í sambandi við málið, og viðgerðin byrjar so í morgin.