Sum fráboðað bæði í løgmansrøðuni og miðlunum, er ein langtíðar avtala gjørd millum sitandi minnilutasamgongu, Tjóðveldi og Framsókn, um fiskivinnupolitikkin fram til 2018. Lívfrøðisligu tilmælini frá ICES og Havstovuni skullu fylgjast til fulnar, har málið skal verða nátt í 2015.
“Mennesket spår, men Gud rår”, tóku teir gomlu til, og tað er so satt, sum tað er sagt. Vit koma altíð at hava skiftandi fiskiár, bæði tá talan er um nøgd og fiskaslag.
Av teimum 33 tinglimunum, sum í dag mynda Løgtingið, hevur eingin havt sína persónligu høvuðsinntøku frá fiskivinnuni seinastu nógvu árini. Man tað ikki vera eindømi fyri eina fiskivinnutjóð, at ongin parlamentslimur, kemur beinleiðis frá høvuðsvinnuni?
Hóast hesar fortreytir, varð tað skjótt greitt, at framhaldandi er stór ósemja, um tað er rætt enn einaferð at gera stórar niðurskurðir í fiskidagatalinum. Henda ósemja røkkur tvørtur um floksmørk, og bólkarnir fyri ella ímóti eru nærum eins stórir.
Knappliga fekk viðgerðin eina fullkomuliga óvæntaða vend, tí formaður Tjóðveldis fór á røðarapallin og fráboðaði, at hann hevði uppskot um at beina viðgerðina av fiskidøgunum í eina §25 nevnd, har allir flokkar vórðu umboðaðir. Um tað veruliga var ætlanin, var talan um eitt gott uppskot, tí samsvarandi galdandi tingskipan, kundi Vinnunevndin verðið víðkað við umboði fyri Miðflokkin, Framsókn og Sjúrð Skaale.
Hóast formaður Tjóðveldis hevur framúr góð evni, er uppskotið um, at tað nú skuldu verða floksformenninir sum mynda §25 nevndina, neyvan sprotti úr egnum barmi. Við 12 atkvøðum fyri, 3 ímóti og tveimum blonkum, samtykti Løgtingið, at seta vanligu demokratisku viðgerðina av einum tingmáli í løgtingsnevnd til viks. Vinnunevndin bleiv sett í skammikrók, meðan floksformenninir v. fl. skulu viðgera vinnupolitiska uppskoti um áseting av fiskidøgum fyri 2011.
Um Vinnunevndin ikki skal viðgera fiskivinnupolitisk mál, er tá grundarlag fyri nevndini ?