- Aftur í ár fingu vit ov lítið burtur úr makrelinum. Um rætt varð atborið, høvdu vit havt heilt greiðar leiðreglur at gingið eftir, sum eisini hevði gjørt tað munandi lættari at lagt fiskiskapin til rættis.
Tað sigur Fiskimannafelagið.
Lagt verður aftrat, at tá regluverkið ikki er nøktandi, gevur tað manningarfeløgunum stórar trupulleikar við at halda skil á.
- Tað hevur í fleiri førum verið trupult at vitað, hvat er galdandi, tá ymisk skip úr ymiskum skipabólkum eru saman um at fiska. Vit eru komin við fleiri uppskotum um, hvussu fiskiskapurin kundi leggjast til rættis.
Fiskimannafelagið vísir á, at uppskotini úr Fiskimálaráðnum vóru eisini í samsvari við felagsins uppskot, men hesi vórðu kolldømd í løgtingsins vinnunevnd.